fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.11.2017 (08:31)

Skonktu rúsdrekka ólógligt í Havn í nátt

Klokkan 4.30 í nátt fekk løgreglan varhugan av, at viðurskiftini á einum skeinkistaði í Havn ikki vóru heilt eftir forskriftunum.

 

Tá ið løgreglan fór á gátt, sóu tey, at har var framvegis fólk inni og at tey høvdu í gløsunum.

 

Klokkan fýra skuldi skeinkistaðið verið lukkað, so løgreglan skrivar eina frágreiðing um málið. Frágreiðingin verður so send loyvisnendini og so verður tað hon sum tekur støðu til, hvussu farast skal fram. Eitt skeinkistað, sum brýtur lógina upp í saman, kann missa skeinkiloyvið.

 

Annars eru reglurnar tær, at barrin skal lukka klokkan 3.30 og so hava tey ein hálvan tíma at fáa fólk á dyr, og klokkan fýra, skulu dyrnar vera læstar.

 

Annars hevði løgreglan fyrr um náttina verið á gátt á heili 20 skeinkistøðum um alt landið at kanna um øll viðurskifti vóru sum tey áttu, og har ar einki at viðmerkja, sigur løgreglan


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her