Skovbakken tapti tíggjunda dystin á rað

Hetta hevur verið eitt tungt vár hjá Niklasi Højgaard Hanusarsyni og liðfeløgunum í Skovbakken

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken vóru fyri nøkrum umførum síðani staðfestir niðarflytarar úr næstbestu donsku hondbóltdeildini.

 

Í dag tapti Skovbakken tíggjunda dystin á rað.

 

Skovbakken spældi í dyst á útivølli móti Tønder. Tønder vann greitt 34-27. Í steðginum var Tønder á odda 15-9, so avrikið hjá Skovbakken í seinna hálvleiki var góðkent.

 

Skovbakken er næstaftast í deildini við 10 stigum.

 

Skírisdag klokkan 14 spælir Skovbakken seinasta dystin hetta kappingarárið. Tá taka Niklas og liðfelagarnir móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne, ið stríðast fyri at røkka triðja plássinum, og harvið rættinum um at spæla um uppflyting til bestu deildina. 

 

Støðan:

 

NummarLið:DystirStig
1Grindsted     2541
2HC Midtjylland2540
3Skive  2536
4 HØJ2536
5Team Sydhavsøerne  2535
6Aarhus HC    2532
7Tønder  2532
8 FIF    2520
9Rækker Mølle   2520
10Odder2517
11HC Odense2515
12Vendsyssel 2510
13Skovbakken2510
14Køge 256