Leita á in.fo

Hallur av Rana 06.12.2017 (22:00)

Skoytivøllurin smeltar

Leygardagin kundu børn, ung og onnur, ið dáma at skoyta, endiliga gleðast, tá Tórshavnar kommuna lat skoytivøllin upp í samband við setanina av jól í miðbýnum.


Gleðin bleiv tó stokkut í fyrsta umfari, tí einans tríggjar dagar eftir, at skoytivøllurin bleiv tikin í brúk, boðaði kommunan frá, at vegna veður, so varð neyðugt at steingja hann aftur.


Í grundgevingini bleiv víst á, at veðrið er alt ov lýtt og ov nógv regn er til at maskinurnar klára at halda vøllin frystan í løtuni. Tískil bleiv vøllurin stongdur í gjár og í dag.


Starvsfólk í kommununi upplýsa fyri Miðlahúsinum, at tað enn er ógreitt um hann letur upp í morgin. Boðað er frá stormi bæði hós- og fríggjadagin, men av tí at tað verður kaldari í veðrinum, so er tað als ikki óhugsandi, at umstøðurnar verða so mikið góðar, at skoytivøllurin kann lata upp aftur í morgin.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her