Skræða alt innan úr bankanum

Nýggj politistøð skal standa klár við R. C. Effersøesgøtu á sumri næsta ár

Tað er danska Bygningsstyrelsen, sum eigur nýggju politistøðina í Havn, og sum hevur gjørt avtalu við Ommen & Møller A/S um at umvæla, umbyggja og byggja eina hædd oman á verandi bygning.

 

Í tíðindaskrivi greiðir Bygningsstyrelsen frá, at tey í løtuni eru í ferð við at skræða alt innan úr bygnigninum so bara betongið stendur eftir.

 

Í løtuni leigar Politiið í bygnigi yviri við Strond í Havn hjá Gullak Madsen, reiðara í Hirtshals, sum eisini leigar út til Fiskimálaráðið.

 

Tá alt er tikið úr bygninginum og bara betongið stendur eftir verður farið undir at byggja eina hædd oman á bygningin. Bygningurin verður klæddur av nýggjum, nýggj vindeygu, hurðar og annað, og allar innleggingar verða gjørdar av nýggjum. Eisini verður eitt parkeringsdekk lagt oman á parkeringsøkið, sum hoyrir til bygningin.

 

Bygingurin verður 3.175 fermetrar, har 2.200 eru skrivstovur. Hetta skal hýsa eini nútímans løgreglustøð við øllum tí, sum hartil hoyrir, funktiónir til tilbúgving, detentión, avhoyringar, umsiting, fundarhøli, kantinu og tænastumiðstøð til boragar. Høg krøv verða sett til inniklima og lága orkunýtslu – og nýggja politistøðin verður hitað við fjarhita.

 

Bygningurin verður einfaldur við træklædningi og takpappi, so tann modernaði bygnigurin stendur væl saman við siðbundnum føroyskum byggisiði – og roknað verður við at timburklædningurin skal halda í 50 ár uttan viðgerð.