Leita á in.fo

Jon S. Hansen fer at hava eina framløgu av sínum skrásetingum av krígsminnum í Vága kommunu.

Vilmund Jacobsen 15.04.2018 (10:46)

Skrásetir krígsminni í Vága kommunu

Í samband við arbeiðið at endurnýggja býarplanin í Vága kommunu, heitti kommunan á Jon S. Hansen, masterlesandi í søgu, um at skráseta krígsminnir í kommununi á Gis-skipanina.

 

Hetta arbeiðið hevur verið gjørt undir leiðslu av fornfrøðinginum, Helga Mikkelsen.

 

Sum partur av skránni fyri Savnsfagnaðin Vágum, 20.-22. apríl, fer Jon S. Hansen at hava eina framløgu av hesum skrásetingum.

 

- Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, fer eisini at greiða frá Gis-skipanini og tí nýggja talgilda fornminniskortinum, verður sagt úr Vágum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her