Skrivstovulærlingur til Greengate Incoming

Skrivstovulærlingur søkist til avbjóðandi og spennandi starv í ferðavinnufyritøkuni  GreenGate Incoming, at byrja skjótast tilber.

 

 

 

 

 

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og fjølment starv, har tú m.a. ert við til at:

 

- menna og selja okkara útboð av pakka- og bólkaferðum

- samskifta við okkara útlendsku og føroysku samstarvsfelagar

- luttaka á ymiskum ferðavinnumessum/verkstovum

 

 

 

Vit vænta m.a. av tær, at tú hevur:

- lokið FHS ella Miðnám – búskaparbreyt.

- hollan teldukunnleika

- áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland

- hevur góðan málkunnleika í skrift og talu

- góð samstarvsevnir

 

 

 

Lærutíðin er 2-3 ár, og læruplássið er ásett til fulla tíð. Skúlaskeiðið verður tikið á Glasum í Tórshavn. Setanartreytir og løn sambært Samverk

 

 

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast, við at venda sær til Marna Hjallnafoss á tlf. 520520 ella á teldupost marni(at)greengate.fo

 

 

 

Áhugaði eru vælkomin at senda umsóknir við telduposti til info(at)greengate.fo

 

 

 

Umsóknarfreistin er 06.mai