fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 20.04.2017 (21:00)

Skúlauppgáva leiddi til starv

Ein teirra, ið helt røðu á Uppliva Klaksvík tiltakinum í Føroyingahúsinum í kvøld var ungi klaksvíkingurin Rógvi Biskopstø, ið dagliga starvast sum virkisleiðari hjá Larsen í Týsklandi, ið er framleiðsluvirkið hjá Christian í Grótinum samtakinum. 


Rógvi Biskopstø varð biðin um at halda eitt upplegg fyri at greiða frá sínum royndum at samstarva við vinnuna í lestrartíðini, og hvussu hetta kann gagna bæði vinnuni og tí lesandi.


Yrkisleiðin hjá unga klaksvíkinginum innan framleiðsluvinnuna byrjaði nevniliga, tá hann vendi sær til Christian í Grótinum samtakið og spurdi, um møguleiki var at skriva høvuðsuppgávuna í samstarv við samtakið. 


- Tað vildi teir gjarna, tí teir høvdu júst keypt eitt virki, ið var farið av knóranum í Norðurtýsklandi, segði Rógvi Biskopstø. 


Uppgávan viðgjørdi hvussu tað var møguligt at optimera sjálva framleiðslugongdina, tað vil siga gongdina frá tí, at ein vøru flytur seg frá rávøru til lidna vøru. 


Ikki kann sigast annað enn, at samstarvið eydnaðist væl hjá unga klaksvíkinginum, tí tá  uppgávuna úr hondum og prógvið fingið í hús, vóru báðir partur so væl nøgdir við úrslitið, at ungi klaksvíkingurin fekk bjóða arbeiði á virkinum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her