Leita á in.fo

Løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, var sjálvur á einari privatari fótbóltsferð í Liverpool síðsta vikuskiftið, tá sambúgvi hansara sambært skuldsetingini skal hava sett eld á felags bilin. Mynd: VG.

Vilmund Jacobsen 15.03.2019 (14:27)

Skuldseting byggir á ábendingar

Verjin hjá Lailu Anitu Bertheussen, sambúgvanum hjá norska løgmálaráðharranum, sigur, at avhoyringin og skuldsetingin móti hini 54 ára gomlu um eldáseting á felags bilin, byggir á ábendingar – ella ”indiciur”, sum tað eisini verður rópt.

 

Tað var í gjár, at norska trygdarløgreglan (PST) handtók Lailu Anitu Bertheussen og skuldsetti hana fyri eldáseting. Tilburðurin kom í kjalarvørrinum av fleiri hendingum, har hildið hevur verið, at fólk hava gjørt seg inn á privatlívið hjá løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara, fyri støðu hansara mótvegis innflytarum.

 

Seinasti tilburðurin hendi náttina til sunnudagin, tá eldur varð settur á bilin hjá familjuni, meðan bilurin stóð við húsini. Tað var hesin tilburður, sum fekk trygdarløgregluna at handtaka sambúgvan hjá løgmálaráðharranum, samstundis sum tingrætturin í Oslo gav loyvi til, at heimið hjá teimum varð rannsakað.

 

Í gjár hendi eisini tað, at løgmálaráðharrin sjálvur valdi at fara í farloyvi og fara heim at taka sær av familjuni.

 

Allan seinnapartin í gjár og til langt út á kvøldið vóru kriminalteknikarar hjá løgregluni og rannsakaðu húsini, og her fóru tey avstað við eitt nú teldum og ymiskum øðrum privatum ognarlutum, sum skulu kannast fyri møgulig spor.

 

Í fleiri tímar var Laila Anita Bertheussen til avhoyringar hjá trygdarløgregluni, og tá hon slapp út aftur og hevði skift orð við verja sín, John Christian Elden, segði hesin við norskar miðlar, at hin 54 ára gamla var ógvuliga avgjørd um, at løgreglan er á villinigøtum í hesum máli. Sjálvur sigur advokaturin, at avhoyringin og skuldsetingin móti Lailu Anitu Bertheussen sambært henni sjálvari byggja á ábendingar.

 

Sambúgvin hjá løgmálaráðharranum er bara avhoyrd í gjár, og sambært advokati hennara eru ikki nýggjar avhoyringar avtalaðar at vera í dag.

 

- Í løtuni hava vit ikki hoyrt nakað um nýggjar avhoyringar, sigur verjin, John Christian Elden, og leggur aftrat, at kvinnan noktar seg seka í skuldsetingini um eldáseting, eins og hon sigur seg vóna, at tað fer at eydnast løgregluni at finna røttu brotsmenninar.

 

Bernt Heiberg, sum eisini starvast á skrivstovuni hjá John Christian Elden, sigur, at tey hava biðið trygdarløgregluna um innlit í skjalatilfar í málinum, og tey vænta at fáa hesi skjøl í dag. Tá fáa tey at síggja, hvørji prógv PST heldur seg hava í málinum, og fyrr enn tey hava sæð hesi, hava tey ikki meira at siga.

 

Higartil er Laila Anita Bertheussen bert skuldsett fyri hendingina náttina til sunnudagin, tá eldur kom í bilin í túninum hjá henni og løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara. Løgmálaráðharrin var sjálvur á einari privatari fótbóltsferð í Liverpool síðsta vikuskiftið, tá sambúgvin sambært skuldsetingini hjá norsku trygdarløgregluni (PST) skal hava sett eld á felags bilin.

 

Tað seinasta nýggja í málinum er tað, sum VG førir fram nú seinnapartin í dag. Her verður sagt, at keldur hjá heimasíðuni vita at siga, at trygdarløgreglan í loyndum hevur sett upp eitt vakmyndatól í grannalagnum hjá løgmálaráðharranum, og at tað eru hesar vakmyndir, sum hava tryggjað løgregluni prógv í málinum móti sambúgvanum, Lailu Anitu Bertheussen.

 

Greinin byggir á keldur hjá VG og NRK í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her