Leita á in.fo

PST tekur hetta mál í stórum álvara. Her eru tey á staðnum við heimið hjá løgmálaráðharranum. Mynd: VG.

Vilmund Jacobsen 15.03.2019 (02:17)

Skuldsetta: Løgreglan á villinigøtum

- Eg havi havt eina longri samrøðu við mín klient eftir avhoyringarnar í dag. Hon er ógvuliga avgjørd um, at løgreglan er á villinigøtum. Hon hevur svarað øllum spurningum og hevur givið norsku trygdarløgregluni PST atgongd til allar upplýsingar fyri at vísa á sítt sakloysi.

 

Advokaturin, John Christian Elden, sigur í sms-samskifti við norska blaðið VG seint í kvøld, at sambúgvin hjá norska løgmálaráðharranum, 54 ára gamla Laila Anita Bertheussen, er leyslatin eftir drúgvu avhoyringarnar í dag.

 

Tað hevur skakað norsku stjórnina og norska fólkið, at sambúgvi sjálvan løgmálaráðharrans, Laila Anita Bertheussen, í dag er handtikin og skuldsett fyri at hava sett eld á teirra felagsbil náttina til sunnudagin. Hetta hevur fingið løgmálaráðharran, Tor Mikkel Wara, at fara í farloyvi fyri at taka sær av familju síni.

 

Advokaturin, John Christian Elden, upplýsir, at tað var løgmálaráðharrin sjálvur, sum heitti á seg um at taka sær av áhugamálunum hjá sambúgvanum, nú hon er vorðin skuldsett.

 

Løgmálaráðharrin, Tor Mikkel Wara, sum hevur lagt upp til at skerpa krøvini til innflytarar í Noregi, hevur í nakrar mánaðir verið fyri ymiskum ágangi, og trygdarløgreglan hevur í longri tíð roynt at funnið út av, hvør tað er, sum fremur henda ágang.

 

Seinasta hendingin var seinastu sunnunátt, tá eldur varð settur í bilin í túninum hjá teimum, men í dag hevur so norska løgreglan handtikið sambúgvan og skuldsett hana fyri sjálva at hava sett eld í bilin.

 

Í desember í fjør varð heimið og bilurin hjá Tor Mikkel Waras málaður við hagakrossi og orðinum ”racist”. Tí varð tað tikið rættiliga álvarsligt av trygdarløgregluni, tá eldur sunnunáttina eisini varð settur á bilin í túninum hjá familjuni.

 

Men, nú er so sambúgvin sjálv skuldsett fyri at hava sett eld á bilin og síðan at hava latist, sum um tað var onkur annar ókendur, ið skuldi havt gjørt tað. Í dag gav eisini tingrætturin í Oslo kriminalteknikarum loyvi til at rannsaka húsini hjá verjumálaráðharranum og sambúgva hansara, og VG veit seint í kvøld at siga, at kriminalteknikarar framvegis eru í húsunum.

 

Advokaturin, John Christian Elden, upplýsti í kvøld fyri NTB, at sambært skuldsettu, Lailu Anitu Bertheussen, er høvuðsprógvið móti henni eitt vakmyndatól, sum ikki virkaði, tá eldur kom í bilin sunnunáttina.

 

- Laila Anita Bertheussen skilir ikki trupulleikan, tá tað er hon sjálv, sum frammanundan skriftliga hevur kært seg um, at vakmyndatólið ikki virkaði, men hetta hevði trygdarløgreglan PST sambært avhoyringini ikki fingið við, sigur advokaturin.

 

Advokaturin, John Christian Elden, sigur seg rokna við, at skuldsetingarnar móti sambúgvanum hjá løgmálaráðharranum verða sleptar, og at trygdarløgreglan fer at brúka sína orku til at finna veruligu brotsmenninar.

 

Tað var um 13-tíðina í dag, at Laila Anita Bertheussen varð handtikin, og hon varð ikki leysatin aftur fyrr enn klokkan 21 í kvøld, tá avhoyringarnar í hesum umfari vóru lidnar.

 

PST vil sambært VG ikki gera viðmerkingar til avhoyringarnar, men PST-leiðarin, Benedicte Bjørnland, segði á tíðindafundi í dag, at málið verður kannað breitt, og at tað kann henda, at Laila Anita Bertheussen kemur undir fleiri skuldsetingar enn eldáseting.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her