Skuldsettur fyri morð – søgan farin víða

Hvør er maðurin við tí privata kavbátinum, spyr týska Der Spiegel. Miðlar í nógvum londum fylgja málinum.

 

Søgan um tann danska uppfinnaran og kavbátasiglaran Peter Madsen, sum er skuldsettur fryi drápið á svenskan journalist, gongur sum rótarsúpan kring heimin.

 

Bæði bretska BBC og The Guardian hava skrivað um løgna málið, og somuleiðis í USA, har millum annað The Washington Post og ABC hava skrivað um Peter Madsen.

 

Russiska RT og kinesiska South China Morning Post hava eisini kastað seg yvir søguna.

 

Og týska magasinið Der Spiegel hevur á heimasíðu síni lag eina mynd av uppfinnaranum við yvirskriftini »Peter Madsen – hvør er maðurin við tí privata kavbátinum?«

 

Gátufulla málið byrjaði, tá uppfinnarin sigldi av stað í heimabygda kavbáti sínum »UC3 Nautilus« hóskvøldið við eini svenskari tíðindakvinnu, sum eitur Kim Wall, umborð.

 

Hon varð meldað saknað av sjeiki sínum fríggjanáttina, og ein leiting av kavbátinum vardi til fyrrapartin í gjár.

 

Tá fekk Forsvarets Søredningstjeneste kall frá skipum, sum høvdu sæð kavbátin í økinum sunnan fyri Drogden Fyr.

 

Peter Madsen fór niður í kavbátin og kom so til sjóndar aftur. Kavbáturin tók at søkka, og Peter Madsen leyp á sjógv.

 

Ein bátur tók hann upp og sigldi hann í Dragør havn. Her koyrdi hann avstað við løgregluni, og seinni um dagin boðaði Københavns Politi frá, at hann var skuldsettur fyri at hava dripið 30 ára gomlu kvinnuna.

 

Tað skilst á skuldsetingini, at uppfinnarin er skuldsettur fyri á ókendan hátt at hava dripið Kim Wall einaferð eftir klokann 19 hóskvøldið.

 

Peter Madsen nokter seg segkan, upplýsir sakførari hansara í dag í Københavns Byret.

 

Københavns Politi upplýsir, at kavbátasiglarin verður settur fyri dómara nú klokkan 13 við kravi um varðhaldsfongsling.

 

Hann vil »sera fegin« koma við frágreiðing í málinum, segði hann í morgun.

 

/ritzau/