Leita á in.fo

Í miðlunum varð hann hongdur út sum samsekur í drápi - við bæði navni og mynd.

Vilmund Jacobsen 15.02.2017 (13:15)

Skuldsettur líður av sálarløsti

Ein 24 ára gamal maður úr Maniitsoq varð í málinum um 20 ára gomlu íslendsku Birnu Brjánsdóttir hongdur út í miðlunum sum samsekur - við bæði navni og mynd.

 

Hin 2. februar varð maðurin - eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður í Reykjavík í 14 dagar - leyslatin og kundi fara heim aftur til familju sína í Grønlandi.

 

- Tað hevur tikið hart upp á unga manninum - at sita avbyrgdur í einum landi, hann ikki kennur og við einum máli, hann ikki tosar. Men, nú er hann heima í kendum umhvørvi.

 

Tað sigur verjin hjá manninum, Unnsteinn Örn Elvarsson.

 

- Familjan hjá manninum og daman hjá honum hava alla tíðina trúð upp á, at maðurin er ósekur. Tá hann sat avbyrgdur, tosaðu vit saman einar tvær ella tríggjar ferðir um dagin.

 

Verjin leggur aftrat, at nú hin 24 ára gamli aftur er í sínum egna umhvørvi, kunnu ganga dagar ímillum, at samband er teirra millum.

 

Men, sambært verjanum, hevur maðurin úr Maniitsoq tað ikki gott. Hann líður av sálarløsti og gongur til sálarfrøðing í royndini at arbeiða seg burtur úr tí, sum er hent.

 

Tað skrivar grønlendska heimasíðan www.sermitsiaq.ag

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her