fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.08.2018 (16:25)

Skulu fáa tey ungu at forelska seg

Fyri løtu síðani helt Bjarke Ingels, arkitektur handan Glasir, røðu til almennu móttøkuna av skúlanum. Hann greiddi frá, at byggingin byrjaði púra øvugt av, hvussu byggjarí av slíkum slag vanliga byrjað. Tí arkitektarnir vórðu bidnir um at koma við einum hugskoti um, hvussu stóra felagsrúmið í skúlanum kundi verða skipað so, at teir tríggir skúlarnir kundu blíva samansjóðaðir á besta hátt. 

 

- Hvussu teknar tú eitt rúm í einum bygningi, uttan at tekna allan bygningin, spurdi Bjarke Ingels og greiðir frá, at teir kortini kastaðu seg yvir avbjóðingina. 

 

Glasir er skipað eftir føroysku náttúruni, greiddi Bjarke Ingels frá, men hóast føroyska náttúran gevur íblástur, so segði arkitekturin, at ein loynilig ætlan var aftanfyri byggjaríið. 

 

- Um man við hesin felagsrúmið kann fáa tey ungu at varnast hvønn annan og kanska blíva forelskað, so eru tey longu forelskað og í parlagið áðrenn tey fara av landinum at lesa á universitetið og kanska koma tey lættari aftur til Føroya so, segði Bjarke Ingels skemtandi og segði, at nú er Glasir heimsins størsta paringsmaskina. 

 

Sí myndirnar undir her. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her