Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 21.08.2017 (22:53)

Skulu finna ein leist at hjálpa ungdómum

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur við heimasíðu ráðsins, at hon má staðfesta, at almennu skipaninar ikki hava nøktandi tilboð til tey ungu, sum hava álvarsligar trupulleikar at dragast við.

 

Tað eru alsamt fleiri ung, sum hava millum annað sálarligar, sosialar og rúsevnistrupulleikar. Tað eru fleiri skipanir, sum hvør í sínum lagið eru gjørdar til at hjálpa teim ungu.

 

Tó ásannar hon, at ein neyvari samskipan krevst til tess at kunna veitari munabetri hjálp. Tì fara almannamálaráðið og heilsumálaráðið at gera eitt uppskot um at samskipa eitt heildartilboð, sum skal verða klárt at viðgera í samband við fíggjarlógarviðgerina fyri 2018.

 

Fundir verða í næstum millum avvarandi partar, almennar og sjálvbodnar, um at finna ein felags leist.