Skulu fleiri pengar rindast út so má eisini meira koma inn

Tann eini samgonguflokkurin hevur lagt eitt videobrot út á sosialu miðlarnar, har víst verður á, hvussu nógvar pengar sitandi samgonga hevur givið borgarunum í Føroyum. Sambært videobrotinum er tað ikki smávegis, sum øll hava fingið frá hesum gávumildu fólkunum, ið hava verið so fitt og hjálpsom at býta út av landsins ognum.

 

Og so fáa vit eisini at vita, at samgongan arvaði eitt undirskot, sum tey hava vent til avlop.

 

Frálíkt! - Men hov!... - Har manglar okkurt! Hatta kann ikki vera allur sannleikin!

 

Hvar eru inntøkurnar?

Tað ber ikki til, at so nógvir borgarar hava fingið so nógvar pengar, samstundis sum hallið er vent til avlop, uttan so at okkurt annað eisini er hent.

 

Skulu fleiri pengar rindast út, so má eisini meira koma inn, um útslitið skal blíva tað sama. Og skal undirskot harafturat vendast til avlop, so má uppaftur meira krevjast inn. So hvat er tað, sum hasin samgonguflokkurin gloymir at siga okkum í videobrotinum?

 

Har eru tveir møguleikar: Annaðhvørt eru skattir og avgjøld sera nógv hækkað, ella er tað tann nógva ferðin á búskapinum, sum fær fleiri pengar at renna í kassan í løtuni? Helst er talan um eina blanding av báðum.

 

Avgjøldini eru nógv hækkað

Vit vita, at avgjøldini á bensin og diesel eru hækkað nógv, eins og vektgjøld á akfør, avgjald á smyrjiolju, heilsutrygdargjald, tinglýsingargjald, umhvørvisavgjald, barsilsgjald,  kringvarpsgjald, Samhaldsfasti og onnur gjøld eisini eru hækkað. Einki av hesum verður nevnt í videobrotinum hjá samgonguflokkinum. Vit vita eisini, at sera nógv kemur inn í skatti og avgjøldum, nú tíðirnar eru góðar og arbeiðsloysið er søguliga lágt.

 

Hvør fær rokningina?

Alt hetta reisir ein annan spurning: Hvør fær rokningina, tá búskapurin vendir aftur, soleiðis at tað ikki longur rennur so nógv í kassan? - Verða tað tá tey somu, sum nú hava fingið pengar, sum tá fáa eina rokning? Og hvussu verður við avlopinum hjá landskassanum tá?

 

Í hesum søguliga góðu tíðunum vísa fíggjarkarmarnir fyri 2019 eitt avlop á 400 mió. krónur. Tá eru 300 mió. krónur í forskattaðum pensjónum taldar við. Kristina Háfoss sigur, at hesir pengarnir eiga ikki at telja við, tí hetta er ”lán frá okkara eftirkomarum”. Eisini eru 642 mió. krónur í donskum blokkstuðli taldar við, umframt at ríkiskassin rindar aðrar almennar útreiðslur í Føroyum. Risastóra tilfeingisgjaldi, sum einaferð skuldi klára at fíggja eitt heilt fullveldi, er eisini brúkt.

 

Eg spyrji bara, hvør fær rokningina, um sitandi samgonga sleppur at halda fram aftaná komandi løgtingsval? Ætlanir hava longu verið frammi í samgonguni um at fara miðvíst undir at minka rikisveitingina burtur í komandi valskeiði.

 

Man ætlanin enn einaferð vera at smoyggja sær í andstøðu, leys av allari ábyrgd, tá upptakið skal gerast? Og skulu vit enn einaferð hoyra teirra atfinningarsomu røddir móti teimum sum tá taka ábyrgd, meðan tey kunnu vísa á, hvussu nógv betri alt var, meðan tey ráddu fyri borgum.

 

 

Helgi Abrahamsen