Skulu hava strangari eftirlit

Vit eiga at hava strangari eftirlit við, hvussu nógv útlendingar eiga í føroyskari fiskivinnu

Landsstýrið eigur at hava neyvari eftirlit við útlendskum eigaraskapi í føroyskari fiskivinnu

- Vit eiga at hava neyvari eftirlit við, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í føroyskari fiskivinnu.

 Tað heldur Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Hann heldur, at íløgupengar eiga at hava frítt at fara ímillum lond.

 

Men hann heldur, at hvat okkara tilfeingi viðvíkur, er støðan øðrvísi.

 

Bjarni Djurholm er sannførdur um, at krøvini til útlendskar íleggjarar eiga at vera strangari, hvat fiskivinnupolitikkinum viðvíkur, enn tey eru til , hvat vinnupolitikkinum annars viðvíkur.

 

Í løtuni hava vit eitt mark sum sigur, at útlendingar kunnu ikki eiga meiri enn ein triðing í føroyskum fiskiskipum.

 

- Men tað er nógv, sum bendir á, at hetta er eitt óveruligt tal.

 

Hann heldur, at hetta er eitt mark, sum tað ber til at sleppa upp um við ymsum snildum.

 

Tí heitir hann á landsstýrismanin í fiskivinnumálum um at taka hendan spurningin upp fyri seg og kanna eftir, hvussu vit kunnu tryggja okkum, at markið verður hildið.

 

Hin møguleikin er, at nokta útlendingum at eiga í føroyskari fiskivinnu yvirhøvur.

 

- Men vit vita av royndum, at tað ber ikki til. Tí er betri at vera opin og at hava greiðar ásetingar um, hvørji krøv, vit skulu seta til útlendskar íleggjarar og tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum greina tað fyri Løgtinginum, heldur Bjarni Djurholm.