fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Hetta hava vit alla tíðina viljað havt, sigur Georg F. Hansen, fremst á myndini, undir liðini á Helga Ejdesgaard, skrivara, Suna Mortensen í Arbeiðsmannafelagnum í Hovi og Sunrid Vang úr Fiskepigernes fagforening á Tvøroyri

Áki Bertholdsen 13.03.2018 (13:15)

Skulu rinda limagjald av gjaldinum úr ALS

Løntakarar, sum fáa útgjald úr Als, barsilsskipanini ella dagpeningaskipanini, eiga at rinda limagjald til fakfelagið av gjaldinum. Tað halda tey í Føroya Arbeiðarafelag, og tað fara tey nú at virka fyri.

 

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið var tað Fuglafjarðar arbeiðsmannafelag, sum vildi hava aðalfundin at samtykkja, at felagið skal virka fyri, at tey, sum fáa gjald úr Als, úr Barsilsskipanini og úr dagpeningaskipani, skulu rinda tann vanliga prosentpartin av lønini í limagjaldi til fakfeløgini.

 

Tey førdu fram, at tey, sum fara úr vanligum arbeiði av ymsum orsøkum, rinda ikki prosentgjøldini til fakfeløgini. Fyri ikki at detta úr lívstryggingini, og øðrum sosialum skipanum hjá feløgunum, mugu tey sjálvi syrgja rinda 300 krónur í limagjaldi til fakfelagið.

 

Men tað vísir seg at vera ein skipan, sum ikki altíð riggar og avleiðingin er tann, at limirnir úr fakfeløgum detta úr teimum ymsu skipanunum.

 

Samstundis eru tað summi, sum fáa so lítið úr Als, Barsilsskipanin og dagpeningaskipanini, at tað er ein byrða at rinda 300 krónur til fakfelagið, tí tey hava ikki ráð til tað. Men verður prosentgjaldið tikið av, rinda tey bara eftir tí, tey fáa goldið, halda tey í Fuglafjarðar Arbeiðarafelag.

 

Fyri at fyribyrgja hesum, halda tey í Fuglafjarðar Arbeiðarafelag, at tryggasta loysnin er at tey limagjaldið verður tikið beinleiðis av gjaldinum úr Als, Barsilsskipanini, ella úr dagpeningaskipanini.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sum eisini er limur í stýrinum fyri Als, er púra samdur, og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann nú fer at taka upp. Hann sigur, at upprunaliga varð ætlanin at fáa hetta við í skipanina fyri Als, men tað eydnaðist ikki - og tað er ikki eydnast teimum enn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her