Leita á in.fo

modellmynd

Danjal av Rana 19.06.2017 (11:40)

Skutu við luftpistól í balli

Leygarkvøldið høvdu nøkur ung eina veitslu í vesturbýnum í Havn. Út á kvøldið legst til við fleiri og fleiri ungum og beint eftir midnátt verður ein rútur í húsinum brotin. Tað vísir seg, at ein av nýggju gestunum hevur havt eina luftpistól við sær í veitslu og hevur skotið við henni og rakt rútin.

 

- Tær eru kraftigar og skítfarligar, so løgreglan legði hald á hana, tá vit komu á staðið. Hon hevur jú verið nýtt til at gera herverk við, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Hann sigur, at hann ikki við vissu kann siga nakað um, hvørt luftpistólin er ólóglig ella ikki.

 

- Tað er nakað av tí, sum vit nú kanna, hvat vápnalógin sigur um júst hetta slagið av luftpistól, sigur hann.

 

Seinni sunnumorgunin, um áttatíðina, steðgaði løgreglan einum bilførara. Tá hann blásti í ballónina vísti hon eina promillu upp á 1,2, so bilførarin fekk ein túr út á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av honum. Tá svarið frá henni er greitt, verður hann ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.