Leita á in.fo

Danjal av Rana 22.03.2017 (22:28)

Slamm frá smoltunum skal verða orka

Í løtuni verður arbeitt við at gera eitt biogassanlegg í Føroyum. Ætlanin er, at slammið frá smoltstøðunum og mykjan frá neytunum skal samlast saman og vera rávøran, sum vit kunnu framleiða orku burtur úr, bæði til fjarhita og streym, sigur Regin Jacobsen.

 

- Avfall frá biogassanlegginum verður so aftur tøð til landbúnaðin, men nú ein betri vøra enn vanliga neytamykjan. Nú er tað ein blandingur av mykjuni og av slamminum frá smoltstøðunum, sigur Regin Jacobsen.

 

- Tað, at Bakkafrost og hinir alararnir í Føroyum nú fara undir at gera stór smolt, ger at vit fáa kanska 15.000 tons av slammi frá smoltstøðunum. Saman við 20.000 tonsum av mykju frá bóndunum, umframt avfallið frá slaktinum um heystið og fiskavirkjum annars, verður so grundarlagið undir eini føroyskari biogassframleiðslu, sigur Regin Jacobsen.

 

- Hetta krevur tó, at vit gera eina stóra íløgu í eitt slamm-anlegg á smoltstøðini á Strond og hinum smoltstøðunum, so at vit kunnu samla slammið saman, heldur enn at tað fer á sjógv. Sìðani kann slammið flytast hagar, sum biogassanleggið fer at liggja, sigur Regin Jacobsen.

 

Tað eru Umhvørvisstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, alararnir og MBM, sum arbeiða við hesi verkætlanini.

- Vónandi kemur gongd á hesa verkætlanina í ár, um alt gongur, sum tað skal, sigur Regin Jacobsen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her