Sleppa gjøgnum Vágatunnilin um lítla løtu

Í løtuni standa fleiri bilar í kø og bíða at sleppa ígjøgnum Vágatunnilin

Í løtuni standa fleiri bilar í kø og bíða at sleppa ígjøgnum Vágatunnilin.

 

Onkur argur bilførari finst at, at flogrutan ikki sleppur ígjøgnum tunnilin, og at tey saktans kundu bíða við at steingja tunnilin.

 

Í tunlinum verður arbeitt við at skifta ljósini. Tað arbeiðið hevur verið í gongd í allan vetur, men steðgur var í um jóla og nýggjárshalguna.


Tunnilsfelagið skrivaði, tá arbeiðið varð tikið uppaftur 6. januar, at tíðarætlani heldur, og væntandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið januar februar. So tykist tó ikki at vera.

 

Ferðslan hevur verið tarnað av arbeiðinum, tí tunnilin hevur verið stondur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni.

 

Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02 og 04.