Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.04.2017 (13:05)

Sleppa kanska ikki at brúka byrsu uttanlands

Tað er óvist um summi av teimum, sum hava tikið vápnaprógv í Føroyum, yvirhøvur sleppa at brúka tað uttanlands, høvdu tey annars ætlað sær uttanlands á veiðiferð, ella at skjóta.

 

Tað váttar Aksel V. Johannesen løgmaður.

 

Kári P. Højgaard, tingmaður hevur biðið hann greiða frá, hvørja støðu tey føroysku vápnaprógvini hava og í tí sambandi ásannar løgmaður, at tað er ikki vist, at øll vápnaprógvini í Føroyum verða góðkend uttanlands.

 

Síðani 1. Januar 2016 hevur tað verið eitt krav, at øll, sum eiga byrsu, skulu hava vápnaprógv. Men øll, sum vóru 30 ár, ella eldri, og sum longu áttu byrsu, sluppu undan at fara á vápnatrygdarskeið fyri at fáa vápnaprógvið.

 

Men eftir lógini skuldu tað viðmerkjast í vápnaprógvið, at tey høvdu ikki verið á skeiði.

 

Løgmaður sigur, at í Føroyum verða tey, sum hava fingið vápnaprógv, uttan at hava verið á skeiði, javntsett við tey, sum sum hava verið á skeiði og síðani fingið prógv.

 

Men hann ásannar samstundis, at greiða er ikki fingið á um prógvið hjá teimum, sum ikki hava verið á vápnatrygdarskeiði, verður góðkent, tá ið søkjast skal um gestavápnaprógv í einum øðrum landi

 

Løgmaður leggur kortini afturat, at tað kann hugsast, at útlendskir myndugleikar fara at gera mun á teimum, sum hava verið á vápnatrygdarskeiði, og so teimum, ið ikki hava.

 

Hann sigur, at í løtuni viðgera danskir myndugleikar um munur skal gerast á teimum, sum hava føroyskt vápnaprógv, uttan at hava verið á skeiði og teimum, sum hava verið á skeiði, men málið er ikki avgreitt enn.

 

Danskir myndugleikar hava kortini upplýst, at tað er ikki vist at teir fara at skyna ímillum tey, sum hava verið á vápnatrygdarskeiði, og teimum sum ikki hava, men endaligt svar fæst ikki, fyrrenn málið er avgreitt

 

– Og í løtuni vita vit ikki, hvørja støðu, myndugleikar í øðrum londum hava til spurningin, leggur løgmaður afturat.

 

Hann leggur kortini afturat, at ongar ætlanir eru um at broyta vápnalógina aftur og at sleppa kravinum um, at hjá teimum, sum fáa vápnaprógv, uttan at hava verið á skeiði, skal tað frámerkast á prógvið.