Leita á in.fo

Savnsmynd

Áki Bertholdsen 12.06.2018 (11:06)

Sleppa undan at brenna ullina í ár

Búnaðarstovan fer aftur í ár at taka ímóti ull. Tað staðfestur Tróndur G. Leivsson, stjóri. 

 

Fyrrárið tók Búnaðarstovan tók ímóti ull, men í fjør varð varð tað mesta av ullini brent, sum vanligt, tí eingin peningur varð játtaður til at taka ímóti ull fyri. Men í ár sleppa bøndur so aftur undan at brenna ullina, tí tað er greitt, at Búnaðarstovan fer at taka ímóti ull aftur í ár, nú ullaroytingin stendur fyri framman.

 

Tróndur G. Leivsson sigur at tey hava eina játtan upp á 400.000 krónur til endamálið og tað er ikki nóg mikið til at hava eina skipan, sum er so góð, sum tey kundu hugsað sær. Men fyrst í næstu viku ætla tey at hava greiði á, hvussu móttøkan verður skipað.

 

Ein avbjóðing, tey hava, er, at tað ber ikki til, bara at taka ímóti teirri góðu, fyrstafloks, ullini. Vit mugu eisini taka ímóti ull, hóast hon ikki er fyrstafloks, men ein avbjóðing er at fáa søluvøru burtur úr henni, soleiðis at hon eisini kann kasta nakað av sær, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.

 

– Sum heild skal prísurin, vit lata fyri ull, sum verður avreidd til okkum, verða so mikið frægur, at bøndur tíma at fáast við tað, og fáast til at skilja ullina leggur hann afturat. 

 

Men hann leggur afturat, at skuldu tey havt eina ullarmottøku, sum er so væl skipað, sum tey kundu ynskt sær, hevði tað kostað einar 700.000 krónur um árið. 

 

Tí eru 400.000 krónur ov lítið til at skipað eina veruliga ullarmóttøku, soleiðis sum vit vildu havt hana, og so at vit fáa latið ein sámiligan prís fyri ullina ímeðan hetta verður bygt upp. Í longdini er endamálið nevniliga at vit útvegað eitt trygt grundarlag av føroyskari ull til ein føroyskan klædnaídnað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her