Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.02.2019 (08:52)

Sleppur ikki aftur til Føroyar í trý ár

Ein útlendingur er nú sagdur úr landinum í trý ár fyri harðskap. Tað var leygarnáttina, at tveir útlendingar fóru til hendurs í Havnini, og tað endaði við, at annar maðurin varð sligin. Maðurin, sum varð sligin, fekk onkran skaða og fór á Landssjúkrahúsið til viðgerar.

 

Maðurin sum sló, varð handtikin og tikin á løgreglustøðin til avhoyringar. Av tí, at talan er um útlendingar, er vanligt at avgreiða málini beinanvegin fyri at forða fyri, at tey sleppa sær til rýmingar av landinum, áðrenn málini eru avgreidd.

 

Leygarkvøldið var útlendski maðurin so í rættinum, og har fekk hann 50 daga fongsulsrevsing, men revsingin varð treytað og tað merkir, at gera hann einki annað revsivert í trý ár, sleppur hann undan at sita. Men harumframt varð hann sagdur úr Føroyum í trý ár, og tað er galdandi frá 1. mars.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her