– Nú er aftur vøkstur í ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Eftir eina heldur slaka byrjan upp á 2017 er nú aftur veruligur vøkstur í ferðafólkatalinum um Vága Floghavn. Higartil í ár eru 80.019 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn. Tað er ein vøkstur á 4000 fólk, ella 4,9 prosent í mun til somu tíð í 2016.
Í apríl 2017 komu og fóru 29.433 ferðafólk umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á heili 46 prosent í mun til apríl 2016, tá ið 20.162 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin. Tað skal líka sigast, at í 2016 var ein partur av páskafrítíðin í mars, meðan páskafrítíðin í 2017 var í apríl.
Tá ið tað er sagt, so eru í miðal seinastu 4 árini vanliga eini 20.000 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin í apríl, so vøksturin í apríl 2017, má sigast at vera óvanliga stórur.
– Vit síggja, at fleiri føroyingar hava valt at ferðast uttanlands á páskum – og kanning vísir, at fleiri útlendsk ferðafólk hava gjørt av at koma til Føroyar at halda frí enn undanfarin ár, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, í tíðindaskrivi.
Vága Floghavn hevur áður boðað frá, at felagið metir, at 2017 aftur fer at seta met í ferðafólkatalinum, og við seinastu tølunum er nógv, sum bendir á, at so verður.
Vøksturin í ferðafólkatalinum setur stór krøv til flogvøllin, og tí arbeiðir Vága Floghavn við at útbyggja parkeringsøkið við flogvøllin. Felagið sigur, at í mun til tey 300 parkeringsplássini, sum hava verið við flogvøllin, verðu tey nú 800 parkeringspláss seinni í ár.