Slovenia smurdi Spania av

Hóast 31-26 tapið er møguleikin hjá spaniólum at spæla seg í hálvfinaluna ikki burtur

EM kappingin í hondbólti er í Kroatia, men í kvøld var tað eingin ivi um, at tað var Slovenia, sum átti heimavøll, tá ið slovenar dystaðust við Spania.

Slovenia og Kroatia eru grannar, og í kvøld vóru tað fyri tað mesta slovenar, sum vóru í høllini og harvið vóru eygnavitni til, at teirra landslið smurdi Spania av. Undan hesi uppgerðini var samlaða úrtøkan hjá Slovenia í miðumfarinum eitt stig. 31-26 sigurin ímóti Spania ber við sær, at úrtøkan er trý stig, sum er eitt stig færri enn tann hjá Spania.

Slovenia skal í annaðkvøld spæla ímóti Tjekkia, men Slovenia hevur ongan møguleika at røkka hálvfinaluni.

Spania skal í annaðkvøld spæla ímóti Týsklandi, sum eisini hevur fýra stig. Tað er enn møguleiki fyri, at annað av hesum liðunum við sigri í innanhýsis uppgerðini skal spæla seg í hálvfinaluna.

Tann møguleikin er eisini treytaður av úrslitinum, tá ið Makedonia og Tjekkia hittast klokkan 19.30 í kvøld.

Um Tjekkia megnar at koppa favorittunum úr Makedonia verður Danmark kvalifiserað í hálvfinaluna, áðrenn danir í annaðkvøld skulu spæla ímóti Makedonia.