Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.02.2019 (08:13)

Smádreingir spældu við eld – sløkkiliðið mátti upp í

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at tað kom rættiliga nógvur roykur úr Gulu Smiðju í Saltangará. Sløkkiliðið varð sent á staðið, og fekk sløkt eldin, sum elvdi til roykin. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at tað vóru nakrir smádreingir, sum spældu við eld, og høvdu kynt eitt lítið bál.

 

Tað er ikki heilt greitt, hvat tilfar, teir høvdu fest í, men tað fór at rúka nógv verri enn teir høvdu ímyndað sær, og tí vórðu teir bangnir, og runnu avstað. Men løgreglan sigur, at tey hava funnið út av, hvørjir dreingirnir vóru og hevur havt eitt prát við foreldrini. Lagt verður afturat, at eingin skaði stóðst av eldinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her