fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 3°C

Vindur 10.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 17.02.2017 (10:08)

Smágenta var heppin í óhappi

Ein smágenta í Klaksvík var heppin í gjár, tá ið hon rann seg í ein bil.

 

Gentan var í einum ferðafólkabussi í Klaksvík, men tá ið hon kom úr bussinum, rann hon út á vegin aftanfyri bussin, uttan at ansa eftir bilunum.      

 

Og endin á tí var, at hon rann seg í framskermin á einum bili, sum kom koyrandi framvið bussinum.

 

Løgreglan sigur, at bilurin koyrdi varliga og tað eydnaðist bilføraranum at steðga. Gentan slapp uttan mein og løgreglan sigur, at allar viðkomandi kanningar eru gjørdar, og at hetta var eitt av teimum óhappum, tað illa ber til at vera seg fyri.