SMS: StÍF vann greiðan sigur á EB

EB var væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var StÍF omaná

Tað er nú staðfest, at liðini í FM-hálvfinalunum í SMS-deildini eru Kyndil, Neistin, VÍF og StÍF.

 

StÍF vann greiðan 28-22 sigur á EB í høllini á Skála.

 

Í fyrra hálvleiki var EB væl við, og í steðginum var StÍF bert á odda 13-12. Tá 40 minuttir vóru leiktir var StÍF á odda 19-13, og tað bleiv ongantíð spennandi aftur aftaná tað.

 

Tað skal tó sigast, at tað er eitt gott avrik hjá EB, ið er eitt felag í menning at røkka FM-fjórðingsfinaluni.

 

Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF, og Talita Alves var toppskjútti hjá EB. Tær skutu níggju mál hvør.

 

Annars er vert at geva gætur, at veteranurin, Poula Dulavík Berg skoraði átta mál fyri StÍF.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##