SMS: VÍF vann á Stjørnuni - EB hevur vunnið seg í FM-fjórðingsfinaluna

Aftaná tapið fyri VÍF kann Stjørnan ikki longur hótta EB á sætta plássinum í SMS-deildini

Á Eiði og kring sundalagið kunnu tey fegnast. EB skal spæla FM-fjórðingsfinalu í SMS-deildini.

 

Hetta gjørdist veruleiki tá Stjørnan í kvøld á heimavølli tapti greitt 27-34 fyri VÍF í KÍ-høllini í Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 15-10.

 

Iuliia Nalivko var toppskjútti hjá Stjørnuni við níggju málum. Toppskjútti hjá VÍF var Agnas Funn við 10 málum. 

 

EB hevur 11 stig á sætta plássinum, og Stjørnan hevur átta stig á sjeynda plássinum. Stjørnan hevur bert ein dyst eftir í grundspælinum, og tær kunnu tí í mesta lagi røkka 10 stigum. So kapprenningin um sætta plássið og FM-fjórðingsfinaluplássið er liðug.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Stjørnan-VÍF 27-34 (10-15):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2066849217637
 NEISTIN1959449010428
 H71195975158225
 STÍF185245121222
 VÍF205945623222
 EB19490573-8311
 STJØRNAN20498627-1298
 VB19446640-1941