fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.06.2018 (08:00)

Smuglaðu hassj fyri eina millión krónur til Føroya

Tá ið Norrøna kom til Havnar úr Hirtshals sunnukvøldið, vóru tað ikki øll av ferðafólkunum, sum høvdu reint mjøl í posanum.

 

Løgreglan sigur, at í samstarvi ímillum tollvald og løgreglu vóru trý ferðafólk tikin fyri at royna at smugla hassj til Føroya. Løgreglan sigur, at talan var um útlendingar, men teir vórðu so avdúkaðir.

 

Serliga tað eina málið vakti ans, tí í tí førinum var talan um tveir útlendingar, sum komu hendavegin við einum autokampara. Men tá ið hann varð kannaður, vórðu heili fýra kilo av hassji funnin í bilinum

 

Í hinum førinum var fann løgreglan 300 gramm av hassji, sum eitt útlendskt ferðafólk royndi at smugla til landið.

 

Síðani hava øll trý fólkini eisini verið til grundlógaravhoyringar í rættinum og úrslitið av tí var, at tey vórðu varðhaldsfongslað í fýra vikur.

 

Løgreglan vil ikki siga so nógv um málið. Í hesum sambandi vil løgreglan heldur ikki siga, hvussu útlendsku ferðafólkini høvdu goymt hassji. Men løgreglan sigur kortini, at bæði málini verða kannað sum um at hassjið var til føroyska marknaðin. 

 

Og talan er sum stór virði, tí løgreglan sigur, at vanligi prísurin í Føroyum er eini 250 krónur fyri grammið, og sostatt er hendan nøgdin, sum hald varð lagt á sunnukvøldið, vert yvir eina heila millión krónur á svarta marknaðinum í Føroyum.

 

Hesa tíðina, menninir sita varðhaldsfongslaðir, skal løgreglan brúka at royna at fáa greiði á málinum, eitt nú, hvussu ætlanin var at selja tað í Føroyum, og eisini um fleiri fólk eru uppi í málinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her