fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.02.2018 (20:38)

Smyril avlýsir vegna maskintrupulleikar

Nógv kjak hevur verið seinastu tíðina viðvíkjandi nógvu umvælingarnar, ið hava tarnað ferðaætlanina hjá Smyrli seinastu vikurnar, og aftur í kvøld er galið.


Ferðamannaskipið mátti í kvøld avlýsa fráferðina av Krambatanga klokkan 18.30 og Tórshavn klokkan 21.15 vegna trupulleikar við høvuðsmotorinum.


Jóhan Petur Abrahamsen, rakstarleiðari í Strandferðsluni, greiðir frá, at tá Smyril legði at bryggju á Krambatanga í kvøld, varnaðust teir ein trýstfeil á eina motorinum.


Vanliga er tað ikki ein trupulleiki, tí Smyril hevur tríggjar aðrar motorar, men tá ein annar motor er óvirkin vegna eitt tekniskt brek í síðstu viku, varð mett, at Smyril ikki kundi sigla við einans tveimum motorum.


Eykalutirnir til fyrra motorin komu tó til landið fyrr í dag, og verður tann skaðin umvældar í løtuni. Tískil verður mett, at skipið siglir sum vanligt aftur í morgin, upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her