fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 11.02.2018 (23:54)

Smyril er tryggur at sigla við

Smyril er tryggur at sigla við.

 

 

Tað sigur SSL á síni heimasíðu, eftir at sagt hevur verið, at skipið er um at klovna.

 


Á tingi er fyrispurningur settur og svaraður um umvælingar, sum verða gjørdar á Smyrli. Í tí sambandi varð sagt, at nakrar rivur, sum verða umvældar, skulu vera orsøk til, at skipið er um at klovna. Hetta hevur kløkkað fleiri ferðafólk, skrivar ssl.fo.

 

 

Strandferðslan harmast um, at tílíkt uppáhald verður sett fram á tingi, tí Smyril er tryggur at sigla við, og tær 10-20 sentimetrar longu rivurnar, sum eru funnar, eru og verða umvældar. Arbeiðið verður gjørt undir neyðugum og góðkendum eftirliti, skrivar Strandferðslan á heimasíðu síni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her