Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 09.01.2019 (16:15)

Smyril er undir trýsti

- Tá Smyril kom til Føroya, metti mann næstan, at tað var ómøguligt, at Smyril fór at vera fullur fleiri ferðir um vikuna. Men tað er hann nú.

 

Tað sigur Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari í Strandferðsluni. Tað kemur meira enn so fyri, at allir bilar ikki sleppa umborð á Smyril, tí dekkið er fult. Ein av orsøkunum til hetta er ferðavinnan.

 

- Fyri 10-15 árum síðani sóu vit lítið og einki til kampingvognar, men tað síggja vit nógv til í dag. Teir taka jú nógv pláss, umleið eini trý bilpláss. Ferðing broytist, og tað koma alsamt fleiri ferðafólk til Suðuroyar. Vit koma bara at síggja, hvussu tað fer at broytast víðari í framtíðini, sigur Dánial Pauli Davidsen.   

 

 

Farmaflutningur broytir ferðaleiðina

 

Høvuðsorsøkin til fylta dekkið er tann alsamt vaksandi farmaflutningurin, sum fyllir nógv. Hetta hevur eisini fingið Strandferðsluna at broyta ferðaleiðina, so túrarnir verða tillagagir eftir virksemi við flutninginum. Og hendan gongdin fer at halda fram, sambært leiðaranum. 

 

- Flutningurin fer at økjast enn meira. Bakkafrost og Varðin Pelagic eru her suðuri, og tað kann væntast, at flutningurin í framtíðini fer at økjast enn meir við eyka konteynarum frá teimum, sigur Dánial Pauli Davidsen.

 

Hevði tað ikki verið lættari við einum øðrum skipi, sum bara tók sær av farmaflutningi?

 

- Tað kostar fleiri milliónir at innføra eitt nýtt skip. Tað er so nógv mann kann gera, men vit mugu liva við tí, sum vit hava. Hetta er ikki frí kapping, hetta er ein landsfyritøka. Tá tørvurin økist enn meira, kann mann hugsa sær til, at tað verður stuðul fyri at gera nýggj átøk. Tá tað koma fleiri fólk verður tað jú eitt øgiligt trýst á okkara buss og oyggjaleiðir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her