fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Mynd: Tomasz Sienicki

Danjal av Rana 12.02.2018 (13:18)

Smyril Line byggir út – í Hirtshals

Smyril Line byggir ein nýggjan vøru- og umsitingarbygning í Hirtshals, skrivar Hirtshals Havn. Talan er um ein bygning upp á 3.350 fermetrar. 600 fermetrar skulu brúkast til umsiting, 2.700 fermetrar til vøru og 50 fermetrar til skrivstovu. Bygningurin liggur beint við innkoyringina til NordsøTerminalen, á nýliga víðkaða økinum í Hirtshals Havn.

 

Byggivirksemi byrjaði í februar og verður væntandi liðugt á heysti 2018. Tá skal bygningurin húsa øllum virkseminum hjá Smyril Line í Hirtshals. Norrøna, Hvítanes og Eystnes sigla øll til Hirtshals.

 

Carsten Kjær, stjóri í Smyril Line Cargo, sigur við Hirsthals Havn, at bygningurin heilt víst fer at styrkja støðuna hjá Smyril Line.

- Staðsetingin og skapið á bygninginum leggja dent á at avgreiða bæði vøruna og ferðafólkini á skipum okkara skjótt og effektivt, sigur hann og boðar samstundis frá, at Smyril Line má seta fleiri fólk í starv.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her