Smyril Line fer eisini at byggja hotell

– Ja, eg kann vátta, at Smyril Line eisini hevur ítøkiligar ætlanir um at byggja hotell í Havn.

 

Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

 

Í morgun boðaði almenna flogfelagið Atlantsflog frá, at felagið – saman við pensjónstryggingarfelagnum Lív, fer at byggja eitt hotell á einum grundøki, sum Lív hevur átt við Staravegin á Hálsi í Havn í mong harrans ár.


Um ársskiftið keypti Smyril Line Hotel Hafnia í Havn. Høvuðspartaeigararnir í Smyril Line áttu eisini Hotel Hafnia, so á tann hátt er broytingin kanska ikki so stór. Men tá Smyril Line fyrr hevur tosað um at byggja hotell, spurdu vit Rúna Vang Poulsen, stjóra, um tær ætlanir eru sleptar við keypinum av Hotel Hafnia.

 

– Nei, tað eru tær ikki. Vit eru við at koma á mál, og tá alt er komið upp á pláss, og fara vit at boða frá hesum, sigur Rúni Vang Poulsen, sum tí ikki vil siga meira um hvar og nær hotellið skal byggjast.