Áki Bertholdsen 06.12.2018 (07:54)
Smyril og Teistin mugu aftur avlýsa fyri veður í dag
Tað er rættiliga nógvur vindur, og hann er landsynningur, sum er ringasta ætt hjá Smyrli at sigla úr Havn til Suðuroyar. Tað er eisini ringt um Skopunarfjørð.
Og tað hevur Strandferðslan nú tikið avleiðingarnar av, og sostatt er avgjørt at leggja Smyril og Teistan nú fyrrapartin. Men hann minkar vindin rættiliga skjótt nú fyrrapartin, so tað verður ikki leingi, at skipini liggja.
Smyril fór at Krambatanga nú klokkan seks í morgun, sum ætlað. Men túrurin úr Havn nú klokkan 8.30 til Suðuroyar, er avlýstur, og sostatt er ferðin av Krambatanga til Havnar klokkan 11 eisini avlýst. Sostatt siglur Smyril ikki aftur fyrr enn hann fer úr Havn klokkan 13.30, sum hann eigur eftir verðaætlanini og restina av degnum siglur hann eftir ferðaætlanini, sigur Strandferðslan
Teistin siglur ikki aftur, fyrr enn hann úr Skopun klokkan 10.30, og tá verður siglt eftir ferðaætlanini, tað ið eftir er av degnum, men tað verður ikki siglt út í Hest nú klokkan 08.45, sigur Strandferðslan.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Hava bíðað í yvir 30 ár – Men nú verður tað |
|
Stormurin hevur tikið takplátu og vindeyga |
|
Ísklæddir inn at landa |
|
Skjótt lata fýra nýggj matstøð upp í Havn |
|
Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági |
|
Glasir brúkar 800 litrar av olju – um dagin |
|
Føroyingur fingið altjóða virðisløn |
|
Frá Føroyaflokkinum til kannabisflokkin |
|
Firtin viðhaldsfólk savna pening til Pippi |
|
Vandi á ferð við Vestaru Bryggju í áðni |
|
Milliónir eru horvnar |
|
Her verður nógvur vindur í kvøld |
|
Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát |
|
DMI boðar frá ódn í nátt |
|
HB roynir nýggjan áleypara |
|
Føroyskur fótbóltsspælari vil ikki møta í máli um neyðtøku |
|
Stormur: Her eru ringastu koyrilíkindini beint nú |
|
Her er munurin á kynsligum samleika og kynsligari sannføring |
|
Almennur bygningur verður 20 milliónir dýrari |
|
- Føroyar mangla ein liberalan flokk |
|
Nú er løgreglan stúrin |
|
Bilur fór út av vegnum í Kollafirði |
|
Sjálvkritisk og fer eftir góðsku |
|
Tað skal vera ein planur tá ið stovnar verða fluttir út á bygd |
|