So byrjar atgongumerkjasølan til EM 2024

Ætlar tú til Basel í november/desember 2024 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í St. Jakobshalle?

Týdagin, 7. mai, kl. 12.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Um atgongumerki eru eftir pakkasøluna, koma hesi til sølu sum dagsatgongumerki tann 14. mai.

##med2##

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:

Fríggjadagin 29. november: Sveis – Føroyar og Danmark – Kroatia

Sunnudagin 1. desember: Kroatia – Føroyar og Danmark – Sveis

Týsdagin 3. desember: Føroyar – Danmark og Kroatia – Sveis

 

##med3##

 

Týsdagin, 7. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir tøppa kotuna inn, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Talan er um atgongumerki í sektión A1 gul fyri 215 CHF, A1 blá fyri 160 CHF, A1 vínreyð fyri 105 CHF. Nøkur av hesum plássunum fara eisini til stuðlar hjá HSF.