So er hol allan vegin runt

Rundkoyringin undir havsins botni tekur skap

Nú er brotið ígjøgnum í arbeiðinum við heimsins fyrstu rundkoyring undir havsins botni.

 

Tað er rundkoyringin í Eysturoyartunlinum, sum ber orð á sær fyri at vera tann fyrsta av sínum slag.

 

Miðskeiðis í desembur var boringin av Strondum komin so langt, at farið var undir at bora til sjálva rundkoyringina og í gjár kom hol í gjøgnum. Tað merkir, at nú er skapið á rundkoyringini liðugt.

 

Tunnilsfelagið skrivar á Facebook, at súlan í miðjuni hevur eitt tvørmát á 15 metrar, meðan tvørmátið á rundkoyringini er 50 metrar. 

 

Myndirnar og filmsbrotið hevur Kristian Stórhamar tikið.

 

Annars hevur arbeiðið við tunlinum ligið stilt um jólini, men nú er ferð komin á aftur báðu megin. Í alt eru 3172 metrar sprongdir, og Hvítanesmegin eru fyrstu 600 metrarnir av koyribreytini eisini gjørdir. Í samband við at sprongt var ígjøgnum við rundkoyringini, bjóðaði tunnilsfelagið arbeiðsmonnunum kaku.