Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.09.2017 (13:05)

So eru ræðuligu klovnarnir aftur

Í fjør fóru teir sum ein farsótt um allan vesturheimin, hesir ræðiligu klovnarnir, hvørs einasta endamál var at ræða fólk. 

 

Tá var tosað um, at hetta hevði samband við endurinnspælingina av ræðufilminum hjá Stephen King, It, um ræðuliga klovnin Pennywise. Søgan er bygd á eina veruliga søgu, um hópdrápsmannin John Wayne Gacy. Filmskapararnir noktaðu tó fyri, at teir høvdu nakað við málið at gera. Hetta tók seg upp í USA fyrst, men spreiddi seg síðani eisini til Evropa.

 

Filmurin hevði frumsýning fyri nøkrum vikum síðani, og nú er líkt til, at fólk hava funnið klovnamaskurnar og -smyrsli fram aftur, tí fyrstu fráboðanirnar um ljótu klovnarnar eru komnar aftur.

 

Løgreglan í Føroyum fekk eisini nakrar fráboðanir um slíkar klovnar í fjør. Ein fráboðan kom úr Vàgunum og onkrar komu úr Havnini. Løgreglan sjálv sá tó ongantíð nakran ílatnan sum klovn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her