Vit hava nú fyri fyrstu ferð nakrantíð rundað 50.000 fólk í Føroyum.
Vit eru nú 30 fólk oman fyri 50.000, og av tí at tað er so trupult at siga, júst hvør ið er nummar 50.000, fer løgmaður um eina løtu at handa føðideildini á Landssjúkrahúsinum eina blómuheilsan.
Vit frætta meira um tað seinni.