fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.05.2018 (20:12)

- So hava vit eitt stórt problem

- Eg undrist stórliga, tí eg haldi at landsstýrismaðurin velur at tulka støðuna upp á ein máta fyri at sleppa undan at gera tað, ið ein meiriluti í løgtinginum hevur samtykt at hann skal gera.


Tað sigur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn og forkvinna í Fíggjarnevndini, í samrøðu við tíðindini í Kringvarpinum um ætlanina hjá Henriki Old, landsstýrismanni í Samferðslumálum, um at fara í holt at gera Fámjinstunnilin áðrenn Dalstunnilin. Hetta hóast løgtingið hevur samtykt at tunnilin til Dals skal gerast fyrst.


22. mars tók Henrik Old samgongufólk á bóli, tá hann í løgtinginum boðaði frá, at hann hevði givið Landsverk boð um at gera Fámjinstunnilin áðrenn Dalstunnilin. Fleiri samgongufólk, harímillum Jónleif Johannesen, Hanna Jensen og Ruth Vang, funnist tá at avgerðini og segði Ruth Vang tá, at síðsta orð var ikki sagt í málinum. 


Eingin fráboðan er tó komin frá landsstýrismanninum um, at hann hevur broytt hugsan, og við Kringvarpið viðgongur Ruth Vang í kvøld, at hennara álit á landsstýrismannin í løtuni er undir trýsti, men væntar, at hann boyggir seg og ger sum løgtingið hevur álagt honum.


- Eg vænti simpulten, at landsstýrismaðurin tekur støðuna til eftirtektar og innsær, at hetta er ikki tað, ið løgtingið hevur sagt at hann skal gera. Og ger soleiðis, ið mær vitandi, tey allarflestu tulka viljan hjá løgtinginum, sigur Ruth Vang við Kringvarpið.


Spurd beinleiðis um hvat hendir, um landsstýrismaðurin heldur fast í ætlanini at gera Fámjinstunnilin fyrst, svarar tingkvinnan stutt og greitt.


- So hava vit eitt stórt problem.


Júst hvørja avleiðing tað kann fáa fyri landsstýrismannin, um hann gongur móti raðfestingini hjá løgtinginum, vil Ruth Vang ikki upplýsa, men sigur at tað verður viðgjørt í samgonguni. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her