So hvarv Húsagarður

Gamli Húsagarður í Havn, sum hevur staðið »uppi í Mexico« við R. C. Effersøesgøtu síðani 1939, er nú søga. Húsini eru tikin niður í sambandi við, at Smyril Line skal byggja hotell á staðnum

Gamli Húsagarður í Havn, sum hevur staðið »uppi í Mexico« við R. C. Effersøesgøtu síðani 1939, er nú søga. Húsini eru tikin niður í sambandi við, at Smyril Line skal byggja hotell á staðnum.

 

Húsagarður stóð upprunaliga niðri á Húsabrúgv, sum er økið aftan fyri Hotel Hafnia. Har varð hildið at vera ov trongt, og tí varð garðurin tikin niður í 1939 og fluttur »langt út um býin«, sum tá var – og niðan í Gundadal.

 

Hetta var 40 ár áðrenn R. C. Effersøesgøta varð gjørd fram við húsunum, og tá slapst til Húsagarð úr Gundadali – av Sanatoriivegnum.

 

Nakað av orðaskifti hevur verið um, hvørt húsini eru varðveitingarverd. Tá hús soleiðis verða flutt, so hvørvur antikvariska virðið, men fyri tað kunnu slík hús vera varðveitingarverd.

 

Tjóðsavnið hevur kannað húsini, men helt ikki, at listarligu og søguligu virðini vóru nóg stór til, at savnið tilmælti Fornminnanevndini at friða garðin. Men Tjóðsavnið ásannaði tó tann søguliga týdningin, sum húsini hava, og sum savnið staðfestir í niðurstøðu síni:

 

»Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting av bygninginum til annað virðiligt stað, so sum uppruna staðsetingin á Húsabrúgv, vera relevant«.

 

Húsini hava veirð partur av Eystara Húsagarðsfesti, sum sigst hava verið til síðani landsnámstíð, og er Húsagarður einastu hús, sum eru nevnd við navni á korti frá 1710.

 

Tummas Justussen er nevndarformaður í Hotel Hafnia. Smyril Line eigur Hotel Hafnia, og tað er Hotel Hafnia sum stendur fyri byggingini av nýggja hotellinum. Hann sigur, at tey hava kannað húsini væl og virðiliga, um nakað gamalt var í húsunum.

 

– Vit funnu ymiskt, sum vit hava goymt. Men har var lítið og einki av tí gamla tilfarinum, sigur hann.

 

Tummas Justinussen hevur sjálvur stóran áhuga fyri gomlum húsum, og hevur endurbygt og umvælt fleiri hús í gomlu Havnini, eitt nú Bartskersstovu – betur kend sum Katrina Christiansen. Hann hevði vónað, at har var nógvur gamal bróstaviður, men so var ikki.

 

– Har var ikki ein einasta fjøl av gamla bróstaviðinum. Alt er skift út við plátur við Rockwool innanfyri. Vit hava tó goymt onkrar gamlar hurðar og tað av gomlu syllunum, sum var eftir í húsunum – og so hava vit tikið einar 1.000 myndir av húsunum eisini, sigur hann.

 

Fólk frá Tórshavnar kommunu hava mált húsini neyvt upp, so um ynski er at endurbyggja tey, so letur tað seg væl gera, sigur Tummas Justinussen.