»So koyr á mínir dreingir« – nýggjur HB sangur

Føroyameistararnir í HB hava gjørt ein nýggjan slagsang, nú felagði á 23. sinni hevur vunnið FM hetið í mansfótbólti við metnógvum stigum, 73 í tali.

 

Tað er sum ikki einaferð góði gamli HB'arin Heri Nolsøe, sum hevur gjørt bæði orð og lag.

 

Lagt til rættis og ljóðføri: Bárður Háberg

Sangur: Rókur Jákupsson Jakobsen

Myndir: Rakul Hansen o.o.

Sett myndir saman: Niels Uni Dam

Vit eiga hetta felag,

og vit elska okkar' lið

koyr á HB taklið verjið,

altíð vinna flestu stig.

 

So koyr á mínir dreingir

og hjarta bankar títt

og HB-skýlið kókar,

jú – HB tað er mítt.

 

Leika úti ella heima,

líkamikið hvar tað er.

Taka mótstøðu á bóli,

uttan mun til hvør tað er.

 

So koyr á mínir dreingir

og hjarta bankar títt

og HB-skýlið kókar,

jú – HB tað er mítt.

 

Og vit kempa gjøgnum árið

og vit vinna flestu stig

og við reyðum svørtum hari,

vit standa lið um lið

 

So koyr á mínir dreingir

og hjarta bankar títt

og HB-skýlið kókar,

jú – HB tað er mítt.

 

Og viljin hvessir vøddar,

allir gera sína plikt,

vit í Gundadali gleðast,

HB vinnur sera trygt.

 

So koyr á mínir dreingir

og hjarta bankar títt

og HB-skýlið kókar,

jú – HB tað er mítt.

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra sangin.