fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 20.04.2017 (14:20)

So nógv kostar tað at flýggja úr fongsli

Vanligi taksturin er 30 dagar longda fongsulsrevsing fyri fangar, sum flýggja úr fongslum.

Men í førinum við manninum, sum rýmdir úr fongslinum í Mjørkadali í gjár vóru skerpandi umstøður, sum gjørdi, at dómarin legði 10 dagarafturat og dømdi mannin 40 dagar longda fongsulsrevsing.

 

Maðurin er dømdur fimm ára fongsulsrevsing fyri vápnað rán í Danmark, har hann rændir 2,5 milliónir krónur frá Coloplas-eigaranum.

 

Meðan hann sat varðhaldsfongslaður royndi hann at flýggja, og hann hevði eisini hótt enn løgreglumann. Tí fekk hann eitt hálvt ár eyka fongsulsrevsing fyri tað.

 

Hetta hildu ákæri og dómari vera skerpandi umstøður, og tí dømdir rætturin mannin í fongsul í 40 dagar fyri at flýggja.

 

Harvið gav dómarin ákæranum viðhald. Verjin, Bjørn á Heygum, mælti til 10-14 dagar fongsul.