fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 3°C

Vindur 10.3m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 07.02.2017 (21:04)

So nógv tryggari eru nýggir bilar

Videobrotið omanfyri vísir munin á, hvussu tveir bilar fara í einum samanstoyti.

 

Annar bilurin er frá 1997 og hin frá 2017.

 

Sum tað týðuliga sæst, so fáa fólkini í eldra bilinum skaða í einum slíkum samanstoyti. Vit síggja, at eldri bilurin bara hevur airbag til bilførararn, og at hon ikki hjálpir honum stórvegis, tí hann slær høvdið í stólpan við forrútin.

 

Í hinum nýggjara bilinum eru nógvar airbags, bæði framman og á síðunum. Men størsti munrin er, at kabinan í nýggjara bilinum at kalla ikki fær skaða, meðan kabinan í eldra bilinum fer illa av samanstoytinum.

 

Tøknin mennist alla tíðina – og nýggju bilarnir eru munandi tryggjari enn teir gomlu.