So nógvar milliónir fór Sjúkrakassin í Havn fyri

Løgtingsmaður vil hava at vita frá landsstýriskvinnu, um bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa er seldur

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um bygningurin hjá fyrrverandi Havnar Sjúkrakassa í Havn er seldur.

 

Tað er ikki neyðugt at spyrja landsstýrisfólk, um bygningar eru seldir. Tí tað eru almennir upplýsingar, sum eru tøkir á internetinum. Hjúnini Bjørk Maria Krog Kunoy og Bjørn Kunoy hava keypt hendan bygningin 20. juli í ár, tá sølan er tinglýst, fyri 4,9 milliónir krónur.

 

Sambært spurninginum hjá Heðini Mortensen, so var tað Granskingarráðið, sum umsat bygningin, tá hann varð seldur. Løgtingsmaðurin vil hava at vita, um bygningur hevur verið lýstur til sølu, nær og hvar. Hann vil eisini hava at vita, hvat hendir við leigumálinum hjá Barnahúsinum, sum Barnaverndarstovan umsitur, og hvussu nógv fær Granskingarráðið burtur úr hesi sølu.

 

Í viðmerkingum til grein 52 spurningin sigur Heðin Mortensen, at Havnar Sjúkrakassi, sum var elsti sjúkrakassi í landinum, bygdi bygningin í Magnus Heinasonargøtu í 1960 og hevði sítt virksemi har, til sjúkrakassin varð niðurlagdur í 2010. Og hann heldur fram:

 

»Bygningurin er í fýra hæddum og liggur í miðbýnum.

 

Løgtingið gjørdi av, at fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum skuldi koma øllum fólkinum til gagns. Tað skuldi gerast við at lata stuðul til átøk og verkætlanir, ið kunnu menna heilsuverkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum.

 

Tá løgtingið gjørdi av at taka av sjúkrakassanar í 2009, vóru 11 sjúkrakassar í landinum, ein fyri hvørt læknadømi. Í staðin fyri sjúkrakassarnar varð Heilsutrygd sett á stovn at umsita almennu heilsutrygdina.

 

Sum størsti sjúkrakassin í landinum, hevði Havnar Sjúkrakassi við sínum ognum og bygningum eisini nógv tey størstu virðini.

 

Ætlanin var, at bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa kundi brúkast til almannagagnlig endamál, og var millum annað Tórshavnar kommuna áhuga í hesum til dagtilhald á eldraøkinum, tí bygningurin lá serliga væl fyri mitt í býnum.

 

Kommunufelagið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið settu Barnahúsið á stovn og fekk tað innvist í bygninginum. Eisini heldur Stuðulsskipanin til í hesum húsi.

 

31. mars 2014 varð fæið hjá sjúkrakassanum handað Granskingarráðnum at umsita í samsvari við leiðreglurnar, ið nevndin fyri Sjúrakassagrunnin hevði ásett.

 

Nú frættist, at húsini eru seld, og tí seti eg fram henda fyrispurning, tí bygningurin hevur bæði søguligan og almennan áhuga.«