So rúka húsini hjá Daniellu Olsen

Reyðu húsini ytst á tromini oman fyri Tórsvøll í Gundadali í Havn fara nú skjótt í søguna.

 

Mong hava helst undrast, hví hesi húsini hava verið standandi, hóast Tórsvøllur hevur verið so nógv útbygdur, at vegurin millum húsini og Tórsvøll í orðsins sanna týdningi er grivin inn undir húsini.

 

Orsøkin er ein 104 ára gomul kona, sum doyði í síðstu viku – Daniella Olsen.

 

Fyri 13 árum síðani gjørdu Heðin Mortensen, vegna Tórshavnar kommunu, og Daniella eina avtalu um, at kommunan keypti húsini frá Daniellu fyri tvær milliónir krónur. Men treytin var, at hon hevði ræðisrættin á húsunum, so leingi honum livdi.

 

Allarhelst hava Heðin Mortensen og tey í býráðnum í Havn hugsað, at tað mundi ikki fara at vara so leingi, tá tey nú gjørdu eina avtalu við eina 91 ára gamla konu.

 

Daniella Olsen flutti á Boðanesheimið, og tað sigst, at hon av og tók ein hýruvogn av Boðanesi og niðan í Gundadal at vita, um húsini stóðu enn – um býráðið helt sín part av avtaluni.

 

Daniella Olsen andaðist mánadagin á Boðanesheiminum, 104 ára gomul, og harvið yvirtekur Tórshavnar kommuna nú húsini, sum tí verða rivin niður í næstum.

 

---

 

Daniella var ættað av Sandi. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1935 og var lærari á Klaksvíkar Millum- og Realskúla frá 1952-57, á Tekniska Skúla í Havn frá 1957-58, á Føroya Millum- og Realskúla frá 1958-59.

 

Hon arbeiddi á Málstovninum frá 1959-61 og var lærari á Føroya Studentaskúla frá 1964-74. Daniella tók cand.mag. prógv í týskum og enskum í 1954.

 

Tá Daniella í 2005 seldi húsini, lat hon samstundis tvær milliónir krónur til bygdarráðið á Sandi at byggja bókasavn fyri. Samstundis lat hon savninum allar bøkur sínar.

 

Soleiðis skrivaði Rigmor Dam, táverandi blaðkvinna í Miðlahúsinum, 24. juli í 2006 um málið:

 

»Daniella Olsen handar Sands bygd bókasavn

 

Fyri trimum mánaðum síðani fekk kommunustýrið á Sandi vitjan av fyrrverandi lærarainnuni og vælkendu býarmyndini í Havn, 93 ára gomlu Daniellu Olsen. Hon boðaði frá, at hon hevði gjørt av at handa heimbygdini gávubræv áljóðandi 2 milliónir krónur, umframt sítt egna stóra bókasavn, sum eitt nú fevnir um nógvar forkunnugar bøkur og savnaraeintøk. Daniella Olsen er fødd og uppvoksin heima á Sandi, men hevur búð í Havn nógvu seinastu árini.

 

Sambært Páll á Reynatúgvu, borgarstjóra á Sandi, er talan um eina sera stórfingna gávu, sum tey eru ovurfegin um.

– Gávan vísir ein stóran tokka til Sands bygd, og vit fara beint at seta okkum í samband við Mentamálaráðið, at endurskoða verandi bókasavnsætlanir, sigur Páll á Reynatúgvu. Og hann greiðir frá, at kommunan hevur havt ítøkiligar ætlanir um at lata bókasavn upp í niðara partinum av kommunuskrivstovuni, har fólk skuldu starvast hálva tíð, men at gávan nú letur upp fyri einari størri verkætlan enn upprunaliga ætlað.

 

– Eg ímyndi mær, at vit antin byggja eini nýggj hús ella at vit seta eini eldri hús í stand. Hetta letur eisini upp fyri, at vit kunnu lata eitt savn upp, sum er eitt sindur meira opið enn vanligu bókasøvnini, har til ber at hava smáar framførslur, fyrilestrar og onnur mantanartiltøk, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Sum skilst eru eisini ætlanir um at lítla bókasavnið í Norðurlandahúsinum skal húsast í nýggja savninum á Sandi. Málið kemur fyri á fundi í kommunustýrinum 24. august.«