Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 07.11.2018 (12:15)

So verður gjørt klárt til Skoytibreytina í Tórshavn

Nú vit av álvara nærkast jóltíðum, er Tórshavnar Kommuna farin at gera klárt til skoytibreytina, sum plagar at standa klár hvørt ár eitt sindur áðrenn desembur mánað.

Í ár er einki undantak, tann 17 novembur skal breytin standa klár, tí tá opnar hon fyri almenninginum. Ætlanin er, at hon skal vera opin til hálvan januar, stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.

Skoytibreytin stendur á parkeringsplássinum, á vaglinum, uttanfyri kommunuskrivstovuna, og av tí sama er eingin gjøgnumkoyring tann vegin. Sum vant kemur skoytibreytin at verða opin til kl 22.00 hvørt kvøld. Meira kann lesast um upplætingartíðir á heimasíðuni hjá kommununi. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her