Søguligur dagur á Vága Floghavn

– Í dag var ein søguligur dagur í søguni hjá Vága Floghavn. Fyri fyrstuferð nakrantíð lendi eitt rutuflogfar frá SAS í Vágum og tað helt leiðina aftur til Keypmannahavn kl. 11.10

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

– Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á føroyaleiðini millum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006. Og felagið væntar, at kappingin fer at gagna brúkarinum, og tryggja eina enn betur tænastu, betur treytir og enn betur prísir til Keypmannahavnar og víðari út í heim hjá teimum sum hava tørv á tí.

 

– Tað er ikki nøkur loyna, at leiðslan í Vága Floghavn síðan 2012 hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri feløg til at flúgva upp á Føroyar. Vit meta, at marknaðurin er nóg stórur til fleiri flogfeløg at kappast, og vit arbeiða víðari við at fáa enn betri beinleiðis flogsamband millum Føroyar og Europa, sigur Jákup Sverri Kass.