fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 15.12.2018 (23:29)

Sølan av angribollum er vaksandi

Føroyar eru við í samstarvi millum norðanlond, har hagtøl um søluna av heilivági verða savnaði og samanborðin landanna millum. Hesi tøl eru at finna í bóklinginum Health Statistics for the Nordic Countries 2017, tølini eru tó bert upp til 2016, og hava vit tískil spurgt landsapotekarin um Føroysku tølini fyri 2017, ið vísa seg at vera 85 fyri hvørjar 1000 kvinnur.

 

 

 

 

Tann 27 novembur var ein grein um fosturtøkur í Føroyum løgd á in.fo, greinin kann lesast her. Tað var Hagstova Føroyar, ið hevði funnið fram til, at talið á fosturtøkum í Føroyum er minkað munandi tey seinastu árðini. Í fjør var talið metlágt, av tí at bert 19 kvinnur høvdu framt fosturtøku hetta árið. Hagstovan viðmerkti til hetta, at hóast tað var metlágt fyri 2017, ber væl til at talið verður hæggri aftur í ár, tí tað hevur verið ógvuliga svingandi gjøgnum tey árini man hevur kannað tað.

 

 

 

 

Í bóklinginum Health Statistics for the Nordic Countries ber til at síggja søluna av eitt nú angribollum, ið er heilivágur sum verður tikin eftir samlegu, um ein ikki var varðin. Fyri hvørjar 1000 kvinnur, vóru 85 angribollar seldir í 2017 í Føroyum. Hetta er ógvuliga høgt tal av søluni tey seinastu árini samanborið við londini rundan um okkum. T.d. í 2016 lá sølan í Føroyum á 80 per 1000 kvinnu, meðan tað í Danmark lá á 85 per. 1000 kvinnu. Tað sum er so serligt, er at Føroyar er eitt minni land, og tískil gerst tað nógvar av gentum í hesum aldrinum sum hava tikið henda fyribyrgjandi heilivágin sum eina neyðloysn.

 

 

 

Her eru tølini fyri søluna í Føroyum frá 2014-2017: 

2014: 1814,2 pakkar um árið

2015: 1762,8 pakkar um árið

2016: 1899,4 pakkar um árið

2017: 2050,2 pakkar um árið


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her