fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Nýggi og fráfarandi formaðurin. Mynd: fif.fo

Hallur av Rana 02.06.2018 (18:01)

Sølvi tekur við eftir Hall

Frælsur Ítróttur Føroya, ið er sersambandið fyri frælsan ítrótt undir ÍSF, hevur fingið nýggjan formann, aftaná at Hallur Holm, ið seinastu átta árini hevur staðið á odda fyri sersambandinum, hevur takkað fyri seg. Tað skrivar FÍF á heimasíðu síni.


Hallur Holm takkaði fyri seg á ársaðalfundinum hjá sersambandinum, ið varð hildin í fundarhølunum hjá Føroya Tele fríggjakvøldið. Frammanundan fundin var longu greitt, at stríðsval bleiv um hvør skuldi taka við formanssessinum og stóð valið millum Søren Antoft úr Bragdinum og Sølvi Reinert Hansen úr Roysninum.


Sølvi Reintert Hansen vann atkvøðugreiðsluna og røkir sostatt formanssessin næstu tvey árini. Tað er ikki ein ókend arbeiðsuppgáva, ið bíðar nýggja formanninum. Hann var nevniliga ein av stigtakarunum tá sersambandið bleiv stovnað í 2002 og var formaður frá stovnan og til 2006.


Umframt at formansval var á skránni, so stóð nevndarsessurin hjá Guttormi Sørensen fyri vali. Eingin stillaði tó upp móti nevndarliminum og heldur Guttorm Sørensen tí fram tvey ár aftrat.


Nevndin í Frælsur Ítróttur Føroya er nú mannað við Sølvi Reinert Hansen, formaður, Niels Jákup Jakobsen, næstformaður, Guttorm Sørensen, peningarøkil, Regin Thomsen, skrivari, Rigmor N. Arge, nevndarlimur, Karin K. Petersen, 1. tiltakslimur, og Søren Antoft, 2. tiltakslimur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her